Websterbeek

Tað var 2. september 1742 at hollendski eysturindufarin Westerbeek fór á land vestan fyri Suðuroynna. Skipið var í 1742 á veg úr Eysturindia til Hollands við farmi. Eysturindiska Handilsfelagið í Amsterdam átti tað. Støðan í Europa var spent um hetta mundið, og av ótta fyri ráni varð kós sett norður um Bretland. Men skipið rak av leið og móti Føroyum síðst í august. Kavtroðið var í mjørka og myrkt, tá Westerbeek fór á land undir Kirvinum vestan fyri Lopra.

Mathias Lassen

Sámal Bláhamar fortelur

Sámal Bláhamar

Tað hevur altíð verið sakt í okkara móðirætt at vit eru hollendarar. Sysknabarni mítt, Tóra Reynhamar fór fyri mongum árum síðain á skjalasavnið og fann skjøl, sum Hans Petersen maskinskrivar. Tað skuldi ganga 20 ár árðrenn eg fái eitt avrit frá Tóru.

Skjótt kom eg í samband við Freydis Poulsen ættargranskaram, sum hevur vegleitt og kannað øll skjøl sum Tjark Nevling Hollendari hevur útvega frá savni hjá VOC í Hollandi.
Tað gleðiliga er so at Mathias Lassen hevur skriva Westerbeek bókina, sum eisini umrøður okkara forfadrar og móðir. Tað er leystliga mett, at umleið 4500 føroyskir eru av hollenskum blóði.

Ja: Nei:

Bókin verður send við postinum um neyðugt, tað kostar 70,00 kr. men tygum eru eisini vælkomin at avheinta bókina hjá okkum í Tjarnarlág 41, 100 Tórshavn. Kostnaðurin fyri bókina er 320,00 kr.

A service by Great eDesign