500 +
Nøgdir kundar
0 +
Skeið hildin
0 +
ára royndir sum koyrilærari

Helst Føroya besti koyriskúli

- síðan 2010!

Álítandi frálæra

Tað at ogna sær eitt koyrikort er ein spurningur um álit, sama um tú er 18, 24, 37, 55 ella eldri.
Mínir næmingar skulu vera teir bestu og standa royndirnar fyrstu ferð.
Her kanst tú taka koyrikort til persónbil, motorsúkklu, hýruvogn, eftiransandi, endurtøku, koyriforboð, Rúsdrekka– og ferðsluskeið (RF-skeið) og fyrstuhjálp í ferðsluni.

Eg trúgvi, at tað er av størsta týdningi fyri teg, at vit stremba eftir tí besta. Tað vil siga tá ið upplæringin er av, er hugburður, kunnleiki og kynstur so gott, at tú ferðast trygt í ferðsluni.

Tað er ikki av tilvild, at mín koyriskúli ber orð fyri at vera fremstur tá tað ræður um at veita eina álítandi og álvarsama undirvísing í teori og koyring. Her verður eingin skumpaður ígjøgnum undirvísing, bert fyri tí fyri eyga at klára teori-royndina skjótast gjørligt. Tað ræður um eina góða og álítandi frálæru.

Lær at koyra í bili við manuellum ella automatgiri

Fleiri og fleiri koyra bil við automatgirum. Tað gerst alt vanligari at fáa sær koyrikort til automatgir, tí flestu bilar í dag hava automatgir.

Serliga tey, ið hava ilt við at handfara kopling og gir, fáa nú nógv størri møguleika at standa verkligu koyriroyndina.

Um ferðslan tykist fløkjalig og ørkymlandi, er lagamanni at byrja við automatgirum. Tú sleppur undan at hugsa um kopling og gir. Tú kanst harafturímóti hugsavna teg um ferðsluna. Tað verður nógv lættari at halda skil á ferðsluni, og av tí fært tú tann innara friðin, ið skal til fyri at koyra bilin trygt.

2022
07. november 2022 (fá pláss eftir). 

2023
14. apríl 2023 (pláss eftir). 
19. juni 2023 (pláss eftir). 
17. august 2023 (pláss eftir). 
02. oktober 2023 (pláss eftir). 
13. november 2023 (pláss eftir). 

2023
14. apríl 2023 (pláss eftir). 
19. juni 2023 (pláss eftir). 
17. august 2023 (pláss eftir). 

2022

Trýst her fyr meira kunning 

Scroll to Top